Tuesday, September 19, 2006

Íslenski virðisbrævamarknaðurin verður partur av OMX

Í dag er kunngjørt, at íslendski virðisbrævamarknaðurin helst verður partur av OMX-samtakinum í nærmastu framtíð. OMX-samtakið eigur í dag virðisbrævamarknaðirnar í Danmark, Svøríki, Finnlandi og baltisku londunum. Sostatt kemur íslendski virðisbrævamarknaðurin upp í eitt samtak, ið gevur atgongd til 80% av norðurlendsku og baltisku virðisbrævamarknaðunum.


Fyrimunirnir við, at Ísland eisini kemur upp í samtakið er, at fyritøkurnar á íslendska marknaðinum verða sjónligari. Hetta hevur við sær størri handil við virðisbrøvum, ið aftur hevur við sær betri prísseting á virðisbrøvunum.


Íleggjarar fáa við hesum eisini fleiri íløgumøguleikar, tí at atgongdin til aðrar marknaðir verður lættari. Hetta tí, at peningastovnar og meklarar fáa beinleiðis atgongd til hinar virðisbrævamarknaðirnar.


Virðisbrævamarknaður Føroya (VMF) hevur havt samstarvsavtalu við ICEX síðan 2004. Hetta samstarv fer at halda fram í núverandi líki. Og fáa føroysku fyritøkurnar og íleggjarnir somu fyrimunir sum teir íslendsku.


Umframt hesar fyrimunir hava føroysku virðisbrøvini tann fyrimunin, at tey eru listaði í donskum krónum. Tí eru tey meira áhugaverd hjá serliga donsku íleggjarunum. Við nýggju avtaluni kunnu danskir íleggjarar fáa beinleiðis atgongd til fyritøkurnar á VMF.


Samanleggingin er treytað av, at partaeigarnir góðkenna avtaluna, og væntandi verður avtalan undirskrivað innan november 2006. VMF eigur í dag 4,4% av ICEX partabrøvum.


Tíðindaskriv frá ICEX og OMX



les meira...



tags:

Monday, September 11, 2006

Tryggar íløgur við fyrivarnum

Tryggar íløgur við fyrivarnum (Les meira...)

Flestu føroyingar munnu seinastu mánaðirnar hava sæð ella hoyrt um nýggjan
møguleika at gera íløgur í sokallaði trygg lánsbrøv, og eins og aðrastaðni
tykist stórur áhugi vera fyri hesum íløgumøguleika. Danmarks Nationalbank
hevur í seinastu frágreiðing síni um fíggjarligan stabilitet sett
spurnartekin við hesi lánsbrøvini og danski stovnurin Morningstar greinaði
fyri stuttum fyrimunir og vansar við teimum. Báðir stovnarnir meta, at
tryggleikin við hesum lánsbrøvunum skal takast við ávísum fyrivarni.
Lánsbrøvini hava fyrimunir og vansar, ið eiga at verða lýstir neyvari.

Tags:

Monday, September 04, 2006

Gjaldføri 1.722 mió. kr. í juli 2006

Gjaldføri 1.722 mió. kr. í juli 2006 (Les meira...)

Gjaldføri hjá landskassanum í landsbankanum var í miðal í juli 1.722 mió. kr., t.v.s. 222 mió. kr. meira enn minsta­innlánið. Orsøkin til økingina í mun til fyrr í ár eru tær 600 mió. kr., í vinningsbýti frá Føroya Banka.

tags:

Útlán fíggjargeirans

Útlán fíggjargeirans (Les meira...)

Samlaðu útlánini hjá føroysku fíggjarstovnunum vóru við endan av 2. ársfjórðingi 2006 14,1 mia. kr. Vøksturin hevur sostatt verið yvir 1 mia. kr. 2. ársfjórðing 2006

tags:

Mark fyri, hvussu høgt rentan kann fara

Mark fyri, hvussu høgt rentan kann fara (Les meira...)

tags:

Bústaðarprísir í OECD-londum og Føroyum

Bústaðarprísir í OECD-londum og Føroyum (Les meira...)

tags:

Sveiggj í búskapinum skapa váða og tálma vøkstri

Sveiggj í búskapinum skapa váða og tálma vøkstri (Les meira...)

tags:

Fiskiveiðan er við til at venda búskapargongd

Fiskiveiðan er við til at venda búskapargongd (les meira...)

tags: