Wednesday, November 15, 2006

Menning av fíggjarmarknaðinum ávirkar húsarhaldini

Útlánini hjá føroysku fíggjarstovnunum til føroysku húsarhaldini vóru við
endan av 3. ársfjórðingi 7,1 mia. kr. sammett við 6,3 mia. kr. eitt ár
undan. Hetta svarar til ein árligan vøkstur á 14%, sum er sami árligi
vøkstur sum í 2. ársfjórðingi. Orsøkin til hesa gongd er ivaleyst
rentulækkingin og fleiri og betri lánimøguleikar fyri góðum ári síðan.
Spurningurin er, um tað er gott, at skuldarbindingin hjá føroysku
húsarhaldunum er so mikið økt? Ilt er at svara hesum, men niðanfyri verður
víst á, at samanborið við donsku húsarhaldini eru føroysk húsarhald væl
minni skuldarbundin.

Les Meira...

Tuesday, November 07, 2006

Útlánini til vinnufyritøkur framvegis í stórum vøkstri

Samlaðu útlánini hjá føroysku fíggjarstovnunum til føroyska vinnulívið vóru við endan av 3. ársfjórðingi 5,7 mia. kr, og er talan um árligan vøkstur á 26%.

Les meira...

tags:

Wednesday, November 01, 2006

Kappingin millum peningastovnar hevur ávirkað renturnar

Sum flestum kunnugt harðnaði kappingin á føroyska fíggjarmarknaðinum í seinnu helvt av farna ári. Serliga bjóðaðu peningastovnarnir kundum sínum nýggj og lagaligari sethúsalán til væl lægri rentu enn frammanundan. Hetta førdi við sær, at munurin millum lægstu rentu á sethúsalánum og rentuna hjá danska Tjóðbankanum minkaði munandi. Eisini er sjálvur rentumarginalurin (munurin millum innláns- og útlánsrentuna) hjá føroysku peningastovnunum lækkaður seinasta árið.

Les meira

Tags: