Wednesday, June 04, 2008

Møguligar bløðrur í bústaðarprísum

Ein boðskapur í seinastu búskaparmetingini frá Landsbankanum var, at samlaða óvissan um gongdina í búskapinum komandi tvey til trý árini er størri enn vanligt. Hetta er galdandi fyri búskapargongdina í Føroyum og úti í heimi.

Størsta orsøkin til óvissuna eru rembingar á altjóða fíggjarmarknaðunum, serliga sokallaða lánkreppan í USA, ið tók seg upp á sumri 2007 eftir at fleiri lánveitarar í USA staðfestu stór tap av sethúsalánum til lánarar við minni góðum lánføri, t.e. av sokallaðum “subprime” lánum. Tapini hava ført til, at fleiri av lánveitarunum eru farnir á húsagang. Ein háttur at skilja lánkreppuna í USA – og rembingarnar á altjóða fíggjarmarknaðunum í heila tikið – er at síggja hendingarnar sum eitt úrslit av einum longri tíðarskeiði, har íleggjarar hava verið meira váðafýsnir enn vanligt.

Les meira...

0 Comments:

Post a Comment

<< Home